Vit fara at skoyta - børn

Nú er skoytibreytin endiliga latin upp, so í dag fara vit at skoyta. Vit fara úr Bøgøtu kl. 15.00. Kanska snilt at lata seg eitt sindur væl í, men annars kom bara sum tú ert, so klára vit rest:)

 

Byrjar:
12.12.2024 - KL. 15:00
Endar:
12.12.2024 - KL. 16:30

Komandi tiltøk

29 september
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
29 september
2026
Hevur tú áhuga í at spæla tónleik? - ung
ListaRok byrjar aftur í dag. Um tú hevur hug at spæla tónleik, so hittast vit á loftinum í Húsinum í kvøld kl. 20.00. Tað er ikki neyðugt at duga at spæla eitt ljóðføri, men tað er umráðandi at hugurin er har, og at tú hevur hug at spæla í einum bólki. Vit eru spent at vita, hvat kann koma burtur…
30 september
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganga ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei -  Húsið er eisini opið sum vanligt.